
Stephanssons Hús er eitt reklamuvirki, sum altíð hevur til endamáls at finna góða hugskotið.
Tú gongur og hugsar
um eina lýsing, lýsingarátak ella tiltak. Kanska veist tú júst, hvussu tað skal gerast ella kanska veist tú tað ikki…
Ring til okkara á
210803 og fá eitt
óbindandi prát um møguleikar.
|


So kom ársroknskapurin fyri 2006 hjá Atlantic Petroleums. Ein flottur bóklingur uppá heili 48 síður. Umslagið er í svørtur, i eini samanseting av mattum og blonkum lakki. Evni er tann føroyska operan "Ì Òðamansgarði", sum Atlantic Petroleum var høvuðssponsor fyri.


Hvussu fáa vit útlendskar fyritøkur at koma hendan vegin, tá ið tey skulu fyriskipa ráðstevnur?
Hesa uppgávuna fingu vit frá Norðurlandahúsinum og Hotel Føroyum. Vit vóru av tí áskoðan, at neyðugt var at skilja okkum út frá tí stóru mongdini.
Ùrslitið bleiv hendan innbjóðing, sum Norðurlandahúsið og Hotel Føroyar sjálvi so snildisliga fylgdi upp, tá innbodnu gestir komu til Føroyar.


Stephanssons Hús skuldi gera nýggja búmerkið, Image-faldara og lýsingarátak hjá Ferðaráð Føroya í 2003.
Ferðavinnan í nýggjum hami. Ferðaráð Føroya fekk eitt nýtt bumerki, eitt búmerki, ið skal geva okkum eitt sterkt brand, sum útlendskir operatørar og gestir seta í samband við Føroyar og tað góðsku føroysk ferðavinna bjóðar.


Visiónin
Statoil vildi hava nøgdar kundar. Við nøgdum kundum styrkti og mentu vit vørumerkið Statoil við t.d. tilboðsbløðum, ímagelýsingum og sjónvarpsfilmum.


Ung i Norden er ein stevna fyri norðurlendska ungdómsmentan og list. Stevnan hevur áður verið hildin í Tróndheimi í Noregi, í Borgå í Finnlandi, í Karlstad í Svøriki og í Hyrup, Thy í Danmark. Umleið 200 ung fólk úr øllum Norðurlondum, sum fáast við ymsar listagreinir, savnast í eina góða viku. Tað var fyrstu ferð, at henda stevna varð hildin í Føroyum.
Stephanssons Hús hevur í tí sambandinum evnað til eitt búmerki til Ung i Norden. Eitt búmerki, sum eisini kann virka sum maskottur fyri Ung i Norden. Ein faldari á 9 málum greiddi frá tiltakinum og hvussu ein kundi tekna seg til tiltakið. T-troyggjur vórðu prentaðar til allar luttakararnar, og Tórshavn varð prýdd við Ung i Norden-fløggum og bannarum.
|