![]() |
![]() |
Hetta er sama framsýning, sum var í november 2008. Ingi sigur, at so stórur áhugi var fyri
framsýningini, at hann hevur avgjørt at lata hana upp aftur nú í januar. Ingi er bæði
útbúgvin sum frítíðarkavari og vinnukavari.
Við myndatóli hevur Ingi tikið hópin av myndum á havsins botni kring oyggjarnar.
Hann sigur, at tað er ein heilt annar heimur, ið letur seg upp, tá man kavar.
Har er so ómetaliga nógv vakurt at síggja niðri í sjónum. Nógv ymisk fiskasløg
og sjáldsamar plantur umframt taran.
|
13. januar 2009 |
ÓKENDU FØROYAR





