Stephanssons Hús er eitt reklamuvirki, sum altíð hevur til endamáls at finna góða hugskotið.

Tú gongur og hugsar
um eina lýsing, lýsingarátak ella tiltak. Kanska veist tú júst, hvussu tað skal gerast ella kanska veist tú tað ikki…

Ring til okkara á
31 42 91 og fá eitt
óbindandi prát um møguleikar.

overskrift bumerki

Fóm logo

Á Fóm vóru øll í várligum lag, og hetta skuldi merkjast aftur í fyritøkuni. Vit frískaðu búmerki upp og sama gjørdu vit við allan pakkarnar.

Tað nýggja búmerkið er gjørt við støði í tí gamla - men tað er einfaldari í litunum, umframt at grafikkur og prentlist sampakka betur nú. Búmerkið kann við fyrimuni – sum víst her - eisini hava ein bleytan skugga, soleiðis at tað fæst ein trívíddar virknaður. Í sambandi við, at búmerkið varð sniðgivið, teknaði Stephanssons Hús eisini dømi um, hvussu búmerkið kundi nýtast í handlunum.  


Prikker


Norðlýsið logo

Skonnartin Norðlýsið, hvørs virksøki er at bjóða ferðir kring vøkru oyggjar okkara á sumri, hevur fingið nýtt búðmerki.

Stephanssons Hús hevur teknað skuggamyndina av hesum vakra skipi við reyðbrúnum seglum, og nýtt samrenningina av himmali og havi í baksýninum.

Prikker

Menning logo

Menning er ein einmansfyritøka, sum bjóðar pedagogisk skeið, bæði til faklærd og ófaklærd. Menning vildi hava eina góða byrjan og vendi sær tí til Stephanssons Hús. Fyritøkan hevði sjálv hugskot um at leggja dent á G'ið í navninum, og greiddi frá sínum stóra tokka til litir.

Vit tóku uppgávuna uppá okkum og gjørdu búðmerkið, sum sæst omanfyri. Harafturat prýddu vit brævbjálva, brævpappír, visittkort, og skeiðsfaldara. Og sum fráleið varð eisini ein heimasíða gjørd, har áhugaði kunnu boða frá luttøku á skeiðum og ráðstevnum.

Stephanssons Hús hevur sniðgivið og ment heimasíðuna, www.forleikamenning.fo,  meðan Menning sjálvt røkir hana. 

Prikker


Just Use It logo

Just Use It er ein donsk fyritøka sum fæst við øll sløg av venjing og heilsu, so sum: 
Fysioterapi, Persónsvenjing, Ìtrótt, Kost og Lívsstíl, Skeiðvirksemi, Ráðgeving og Virkisráðgeving.

Just Use It ber fram teirra vitan víðari til frama fyri heilsu og vælveru hjá fólki.

Stephanssons Hús framleiddi 
brævlinju við omanfyristandandi búmerkiíð myndar javnvág í kroppinum.

Prikker


FA3 logo

Felagið FA'3 er eitt áhugafelag fyri ænesti/intensiv sjúkrarøktar vísund. FA'3 vendi sær til Stephanssons Hús fyr at fáa eitt búðmerki gjørt, ið kundi nýtast á lítlari nál/brosju. Úrslitið varð hetta búðmerkið, ið er gjørt við støði í trýtalinum í navni felagsins. Samstundis sýnir tað eitt hjartað, sum tekin um tað arbeiði, ið felagið ger. Og saman valdu vit sjálvandi at nýta FA'3 búðmerkið sum frámerki á brævbjálvum, -pappíri, og visittkortum.


Prikker


FF logo

Ferðavinnan í nýggjum hami. Smyril Line fekk nýggja Norrønu, Ferðaráðið fær nýggjan samleika - alt við tí endamálið at menna føroyska ferðavinnuna.

Í 2003 fekk Ferðaráð Føroya eitt nýtt búmerki, eitt búmerki, ið skal geva okkum eitt sterkt brand, sum útlendsk fyristøðufeløg og gestir seta í samband við Føroyar og ta góðsku, ið føroysk ferðavinna bjóðar.


Prikker


Sev logo

SEV hevur sum endamál at útvinna og breiða út reina og varandi orku. Orkan -annaðhvørt vatn ella vindur - verður útvunnin við turbinum, har megin verður tamd og orkan gagnnýtt.

Búmerkið ímyndar eina aldu av megi, ið ikki er liðugt greinað sum vatn ella vindur, men heldur sum ímyndin av einari áhaldandi og livandi rørslu, ið leggur støði undir lív og virksemi felagsins.

Stephanssons Hús framleiddi eina sniðgávuhandbók sum vegleiðing til búmerkið. Hygg her, hvussu búmerkið kann nýtast á bilum, arbeiðsklæðum, pennum og mongum øðrum.


Prikker


Stikkan logo

Í 2002 læt Stikkan upp handil á Eiði. Stikkan hevði í tí sambandinum ikki einans tørv á einum búmerki, men eisini einum samleika, sum myndaði handilin úteftir. 

Stikkan er ein handil, sum bjóðar fram vørur úr náttúra-tógvi og pløggum úr ull ella skinni, ið føroyskar fyritøkur framleiða.

Ein "stikka" er gamal mátiamboð, ið varð nýtt í sambandi við handarbeiði. Vit valdu at lata mátiamboðið mynda búmerkið, soleiðis at navn og symbol gjørdist eitt. Stikkan fekk sostatt eitt búmerki, sum er á øllum lutum hjá Stikkuni - bæði á heimasíðu, gávukortum, framsíðum, posum og mongum øðrum.