Stephanssons Hús er eitt reklamuvirki, sum altíð hevur til endamáls at finna góða hugskotið.

Tú gongur og hugsar
um eina lýsing, lýsingarátak ella tiltak. Kanska veist tú júst, hvussu tað skal gerast ella kanska veist tú tað ikki…

Ring til okkara á
31 42 91 og fá eitt
óbindandi prát um møguleikar.

Overskrift Framtøk (kampagner)

AP kampagne Legg í framtíðina

Legg í framtíðina eggjar Atlantic Petroleum á sumrið 2006, tá aftur bar til at keypa partabrøv í felagnum.

Vit fara nú undir at økja um okkara virksemi munandi. Við eini nýggjari kapitalhækking bjóða vit tær møguleikan at verða við í einum skjótt vaksandi oljufelag.

Í faldara á bæði føroyskum og enskum stendur visiónin um framtíðarætlanirnar og endamálið við kapitalhækkingini. Webbannarin kommunikerar sama boðskapin, í Føroyum, Íslandi og Danmark.
 


Prikker


Operaen "Den gale mands Have"

Í 2001 kom hugskotið at gera Føroya fyrstu operu. Tað var tónleikabólkurin Aldubáran, sum heitti á tónaskaldið Sunleif Rasmussen um at skriva operuna. Sunleif tók beinanvegin av hesi spennandi verkætlan, og hann heitti á  Dánjal Hoydal um at skriva tekstin. Operan varð sett á pall í einum samstarvi millum tónleikabólkin Aldubáruna, Tjóðpall Føroya og Norðurlandahúsið. 

Hugskotið til operuna er tikið úr stuttsøguni Den Gale Mands Have eftir William Heinesen. Henda søga er full av ljóði og vøkrum myndum, ið eru sera góð at gera tónleik til. Stephanssons Hús hevði ábyrgdina av sniðgávu og PR-tilfari.

Prikker




Kall ynskti sær fría kapping á telefoniøkinum í Føroyum. Hvussu skal tað sigast? Stephanssons Hús fekk uppgávuna, og úrslitið var 4 ymiskar lýsingar, sum vórðu settur sum heilsíðulýsingar í Sosialin og Dimmalætting. Lýsingarátakið var við til at skapa kjak um evnið í miðlunum. 

Allar 4 lýsingarnar byrjaðu við tekstinum: "Vit bygdu okkara egna GSM-net" og allar 4 lýsingar endaðu við orðunum: Vit gera okkum ómak. Vit hava ikki ráð at hava telefonir, sum ikki virka. Vit tola ikki langar bíðitíðir og vánaliga tænastu. Vit vilja sjálv veita viðskiftafólki okkara tænastu. Vit ynskja menning og lægri prísir. Vit vilja hava kapping og javnvág. Latið okkum fáa eitt kervisfelag fyri øll


Prikker




16. februar 2006 hevði Havnar Arbeiðskvinnufelag 70 ára føðingardag, og við tí høvinum vildi HAK nýta høvið at varpa ljós á Arbeiðskvinnufelagið við at halda føðingardagin. Ætlanin var, at hava eina móttøku í hølum felagsins, umframt at sýna fram myndir frá farnari tíð. Tørvur var tó fyri hjálp í sambandi við at lýsa HAK úteftir - at siga, hvat Havnar Arbeiðskvinnufelag er. 

Vit styttu navnið til HAK, so tað var lættari at bera fram, og gjørdu eitt búðmerki. Grethe gjørdist hon, sum á skemtingarsaman hátt segði frá føðingardegnum hjá HAK og hvat fór fram í hesum sambandi.

Aftur at tí gjørdu vit heimasíðuna www.hak.fo. Á síðuni kunnu limir finna upplýsingar um burðarfarloyvi, eftirløn, frítíð og mangt annað. Møguleiki er fyri at tekna limaskap á heimasíðuni, taka niður faldarar, og álmanakkin kunnar støðugt limirnar um komandi tiltøk.



Prikker


AME i Reykjavík

AME ger eisini um seg í Íslandi. Á vári 2006 var stór AME-konsert í Reykjavík, har fleiri kend føroysk tónlistarfólk spældu. Føroyski tónleikapallurin varð settur í brennidepilin við t.d. at handlar í Íslandi høvdu serliga góð tilboð upp á fløgur við føroyskum tónleiki.

Stephanssons Hús framleiddi uppsløg, flyers, netbannarar og lýsingar til tey íslendsku bløðini.



Prikker


Atlantic Petroleum tekna partabrøv

Atlantic Petroleum vildi aftur lýsa við, at møguleiki var at tekna seg til at keypa partabrøv í felagnum. Í tí sambandinum ynskti felagið sær eitt lýsingarátak, sum bæði segði eitt sindur um Atlantic Petroleum, og sum segði nakað um, at tað var møguligt at tekna seg til partabrøv í einum avmarkaðum tíðarskeiði. 
Úrslitið varð 3 lýsingar.