![]() Stephanssons Hús er eitt reklamuvirki, sum altíð hevur til endamáls at finna góða hugskotið. Tú gongur og hugsar um eina lýsing, lýsingarátak ella tiltak. Kanska veist tú júst, hvussu tað skal gerast ella kanska veist tú tað ikki… Ring til okkara á 31 42 91 og fá eitt óbindandi prát um møguleikar. |
![]() Fyritøkur í Føroyum sleppa ikki uttan um Skráseting Føroya, hvørki tá fyrtøkan verður stovnað og skrásett fyrstu ferð, ella tá boðað verður frá møguligum broytingum seinni. Nú er alt hetta lættari. Tí Skráseting Føroya hevur fingið eina nýggja og einfaldari heimasíðu, her tú skjótt og lætt fært yvirlit og tær upplýsingar, tær tørvar. Trýst teg víðari á síðuni, alt eftir um tú skalt byrja, broyta, ella enda fyritøkuna. Lýsingar, sum Skráseting Føroya hevur í Dimmalætting, eru eisini at síggja á nýggju heimasíðuni. Leita og tú skalt finna...Trýst teg inna á www.skraseting.fo ![]() ![]() CTCas er ein donsk fyritøka, sum umboðar KT framleiðsluna hjá Canon, kopimaskinur, prentarar, etc, og annan útbúnað. Vit fingu uppgávuna at menna eina heimasíðu fyri CTAas. Tey vildu hava eina heimasíðu, sum sýnir hvør CTC er. Og sum upplýsir um vøruútvalið hjá CTC. Harafturat vildu tey hava eina síðu, sum var løtt at dagføra. Døm sjálv/ur www.ctc.as ![]() ![]() Elektron er ein fyritøka í støðugari menning. Elektron fylgir neyvt við KT-menningini og tí má heimasíðan www.elektron.fo sýna fram og spegla fyritøkuna bæði í yvirbrá og bygnaði. Hvat er tað kundin vil hava, og hvussu kann Elektron best tæna teimum. Forsíðan er einføld, bygnaðurin er lættur, og tú finnur skjótt tær upplýsingar, ið tú leitar eftir. Vit fáa innlit í fleiri av vørunum hjá Elektron, fáa samband við kundatænastuna og kunnu taka fleiri forrit niður. Vit skulu bara klikkja einaferð, fyri at finna tær flestu upplýsingarnar. ![]() ![]() Norðurlandahúsið í Føroyum ynskti sær eina nýggja heimasíðu við bygnaði og sniði, ið lætt kennist aftur í lýsingum og øllum PR-tilfarinum hjá húsinum. Allar upplýsingar um húsið skulu finnast her. Norðurlandahúsið í Føroyum er eitt mentanarhús – á tremur við tiltøkum. Á heimasíðuni finnur tú eina skrá við einum yvirliti yvir øll tiltøkini, nær og hvar tey eru. Beinanvegin á forsíðuni fær tú eisini yvirlit yvir tey nýggjastu tiltøkini í húsinum. Ein slíkt skrá verður dagførd hvønn dag. Starvsfólkini í Norðurlandahúsinum hava fingið skeið í, hvussu heimasíðan skal dagførast. Hygg inn á www.nlh.fo ![]()
16. februar 2006 hevði Havnar Arbeiðskvinnufelag 70 ára føðingardag, og við tí høvinum vildi HAK varpa ljós á Arbeiðskvinnufelagið, við at halda føðingardagin. Ætlanin var at hava eina móttøku í hølum felagsins, umframt at sýna fram myndir frá farnari tíð. Tørvur var tó fyri hjálp í sambandi við at lýsa HAK úteftir - at siga, hvat Havnar Arbeiðskvinnufelag er.
|












