![]() Stephanssons Hús er eitt reklamuvirki, sum altíð hevur til endamáls at finna góða hugskotið. Tú gongur og hugsar um eina lýsing, lýsingarátak ella tiltak. Kanska veist tú júst, hvussu tað skal gerast ella kanska veist tú tað ikki… Ring til okkara á 31 42 91 og fá eitt óbindandi prát um møguleikar. |
Okkara byrjanarstøði var, at flestir roykjarar longu vita, hvussu vandamikið tað er at roykja. Íblásturin til filmshugskotið fingu vit við støði í sálarfrøði, kognitivari sálarfrøði, har endamálið hjá tí einstaka er at broyta ringar vanar til góðar vanar. Úrslitið gjørdist hesir tveir filmar, ið venda sær til eitt búgvið ættarlið. Tað ræður um at síggja, at gerandisdagurin hevur í sær nógvar góðar vanar, sum kunnu setast í staðin fyri ringa roykivanan. |






