Stephanssons Hús er eitt reklamuvirki, sum altíð hevur til endamáls at finna góða hugskotið.

Tú gongur og hugsar
um eina lýsing, lýsingarátak ella tiltak. Kanska veist tú júst, hvussu tað skal gerast ella kanska veist tú tað ikki…

Ring til okkara á
31 42 91 og fá eitt
óbindandi prát um møguleikar.

Overskrift Framtøk (kampagner)

Miðlan avis+annoncer (FO)
Á várið 2007 vendi Klaksvíkar Kommuna sær til Stephanssons Hús. Kommunan hevði  ætlanir um at stovna ein kunningardisk, har kommunan savnaði alla servitan  sína á einum stað.

Nú kanst tú sum borgari í Klaksvík kunna teg um øll kommunal viðurskifti á einum og sama stað. Nevniliga í Miðlan.

Okkara uppgáva var at kunna íbúgvarnar í Klaksvík um hetta nýggja tiltak. Tað gjørdu vit við einari lýsingarkampanju í Norðlýsinum, einum væl fyrireikaðum tíðindafundi, umframt serblaði, sum borið varð í hvørt hús.

Les hvussu Miðlan varð navngivin. Og um fyrimunirnar við Miðlan, bæði fyri  borgaran og starvsfólkið í umsitingini hjá Klaksvíkar Kommunu. Tak blaðið niður sum pdf her.