
Stephanssons Hús er eitt reklamuvirki, sum altíð hevur til endamáls at finna góða hugskotið.
Tú gongur og hugsar
um eina lýsing, lýsingarátak ella tiltak. Kanska veist tú júst, hvussu tað skal gerast ella kanska veist tú tað ikki…
Ring til okkara á
31 42 91 og fá eitt
óbindandi prát um møguleikar.
|


Tann 4. juni 2007 bjóðaði Fornminnissavnið nýggju framsýningarhølini fram fyri almenningin. Tað hendi eftir umfatandi umbygging á savninum. Ein nýggj framsýning um Føroya søgu er sett upp. Eisini er ein serframsýning um sjórænarar. Og eitt nýtt øki er gjørt til skúlanæmingar; ein arbeiðshola, har børnini kunnu royna seg.
Fyri at gera vart við dagin skipaði Føroya Fornminnissavn fyri móttøku. Stephanssons Hús tók sær av heilsíðulýsingum í landsbløðunum, umframt innbjóðing/direct mail. Tilfarið var lagað eftir innrættingini og litavalinum í nýggju húsunum. Tá tú kemur innar, renir tú teg fyrst í eitt tímaglas og ein skort frammfyri ein reyðan bognan vegg. Aftanfyri veggin goymir seg skúlastovan.
|