 Stephanssons Hús er eitt reklamuvirki, sum altíð hevur til endamáls at finna góða hugskotið.
Tú gongur og hugsar um eina lýsing, lýsingarátak ella tiltak. Kanska veist tú júst, hvussu tað skal gerast ella kanska veist tú tað ikki…
Ring til okkara á 31 42 91 og fá eitt óbindandi prát um møguleikar.
|


Á Fóm vóru øll í várligum lag, og hetta skuldi merkjast aftur í fyritøkuni. Vit frískaðu búmerki upp og sama gjørdu vit við allan pakkarnar.
Pakningarnir til liturísar skuldu verða leskiligir, innbjóðandi og átuligir og samstundis lýsa av sjálvvissu um, at her er talan um eina dygdarvøru. Etikettin á teimum ymisku liturísunum skilir seg greitt í litinum soleiðis, at kundi skjótt sær mun á teimum ymisku sløgunum.
|