Stephanssons Hús er eitt reklamuvirki, sum altíð hevur til endamáls at finna góða hugskotið.

Tú gongur og hugsar
um eina lýsing, lýsingarátak ella tiltak. Kanska veist tú júst, hvussu tað skal gerast ella kanska veist tú tað ikki…

Ring til okkara á
210803 og fá eitt
óbindandi prát um møguleikar.

overskrift bumerki

Stikkan logo

Í 2002 læt Stikkan upp handil á Eiði. Stikkan hevði í tí sambandinum ikki einans tørv á einum búmerki, men eisini einum samleika, sum myndaði handilin úteftir. 

Stikkan er ein handil, sum bjóðar fram vørur úr náttúra-tógvi og pløggum úr ull ella skinni, ið føroyskar fyritøkur framleiða.

Ein "stikka" er gamal mátiamboð, ið varð nýtt i sambandi við handarbeiði. Vit valdu at lata mátiamboðið mynda búmerkið, soleiðis at navn og symbol gjørdist eitt. Stikkan fekk sostatt eitt búmerki, sum er á øllum lutum hjá Stikkuni - bæði á heimasíðu, gávukortum, framsíðum, posum og mongum øðrum.