 Stephanssons Hús er eitt reklamuvirki, sum altíð hevur til endamáls at finna góða hugskotið.
Tú gongur og hugsar um eina lýsing, lýsingarátak ella tiltak. Kanska veist tú júst, hvussu tað skal gerast ella kanska veist tú tað ikki…
Ring til okkara á 31 42 91 og fá eitt óbindandi prát um møguleikar.
|


SEV hevur sum endamál at útvinna og breiða út reina og varandi orku. Orkan - annaðhvørt vatn ella vindur - verður útvunnin við turbinum, har megin verður tamd og orkan gagnnýtt.
Búmerkið ímyndar eina aldu av megi, ið ikki er liðugt greinað sum vatn ella vindur, men heldur sum ímyndin av einari áhaldandi og livandi rørslu, ið leggur støði undir lív og virksemi felagsins.
Stephanssons Hús framleiddi eina sniðgávuhandbók sum vegleiðing til búmerkið. Hygg her, hvussu búmerkið kann nýtast á bilum, arbeiðsklæðum, pennum og mongum øðrum.
|