Stephanssons Hús er eitt reklamuvirki, sum altíð hevur til endamáls at finna góða hugskotið.

Tú gongur og hugsar
um eina lýsing, lýsingarátak ella tiltak. Kanska veist tú júst, hvussu tað skal gerast ella kanska veist tú tað ikki…

Ring til okkara á
31 42 91 og fá eitt
óbindandi prát um møguleikar.

Virkið

Stephanssons Hús er eitt reklamuvirki, við yvir 30 ára royndum á tí føroyska og útlendska marknaðinum. Okkara kundar og samstarvsfelagir finnast bæði í lítlu handilsfyritøkuni og stóru altjóða fyritøkunum. 

Okkara mál er altíð at finna góða hugskotið, men arbeiði er altíð grundað á vitan. Nógv orka verður løgd í fyrireikingararbeiði. 

Fyritøkuni er skalerbar við einum ótali av royndum fólkum knýtt afturat Stephanssons Húsi. À hendan hátt tryggja vit okkum ein javnan streym av nýggjum blóði og nýggjum hugskotum. Tann eina dagin eru vit 2, næsta dagin 5, 10 fólk, ella hvat ið nú uppgávan krevur. Roynd fólk innan síni øki verða knýtt einari uppgávu hjá Stephanssons Húsi, og í samstarvi við tey, og kundan, verður uppgávan loyst á besta hátt. Tað verið seg tekst, myndir, internet ella okkurt heilt annað. 

Vit eru altíð klár við einum kaffimunni og einum práti um tørvin hjá tínari fyritøku. 
Ring á 31 42 91 og fá eitt óbindandi prát um møguleikar.