![]() Stephanssons Hús er eitt reklamuvirki, sum altíð hevur til endamáls at finna góða hugskotið. Ring 590803 ella skriva til ingvorn@stephanssonshus.fo |
|
Framsýning við Inga Sørensen heldur fram
Opið er gerandisdagar frá kl. 16-18, og tá er Ingi sjálvur til staðar í framsýningarhølunum
![]() |
![]() |
Hetta er sama framsýning, sum var í november 2008. Ingi sigur, at so stórur áhugi var fyri
framsýningini, at hann hevur avgjørt at lata hana upp aftur nú í januar. Ingi er bæði
útbúgvin sum frítíðarkavari og vinnukavari.
Við myndatóli hevur Ingi tikið hópin av myndum á havsins botni kring oyggjarnar.
Hann sigur, at tað er ein heilt annar heimur, ið letur seg upp, tá man kavar.
Har er so ómetaliga nógv vakurt at síggja niðri í sjónum. Nógv ymisk fiskasløg
og sjáldsamar plantur umframt taran.
Framsýningin er opin gerandisdagar frá kl. 16-18, og tá er Ingi sjálvur til staðar
í framsýningarhølunum. Hon verður opin í tvær vikur. Ingi sigur at skúlaflokkar og onnur
eru vælkomnir at vitja framsýningina uttan fyri tíðina, tá framsýningin er opin.
Tey kunnu bara gera eina avtalu við Setphansson Hús á telefon
![]() |
![]() |
MARIUS OLSEN
FERNISERING Í DAG KL.15.00
Aktuelli, spennandi, talentfulli og poetiski Marius Olsen í Stephanssons húsi,
við nýggjum myndum, serliga gjørdar til framsýningina.
|
6. august 2008 |
Fernisering hósdagin 7. august kl.15.00

www.trondurpatursson.dk
|
23. juli 2008 |
Fernisering fríggjadagin 25. juli kl. 15.00

|
8. juli 2008 |
SCENARIER
Nýggj spennandi framsýning við Elsebeth Gynther.
Fernisering týsdagin 15.juli kl.15.00

![]() |
|
|
|
Hoyr hvat listakvinnan sigur:
Det, der fascinerer mig, er at sætte elementer, farver, former, figurer, ord, begreber, teknikker og materialer sammen på nye måder, skabe nye sammenhænge, nye historier – absurde, æstetiske, komiske, fortællende, legende, rørende, tankevækkende.
Nogle kalder det collage, andre ”altered art” – selv kalder jeg det, det hele og så scraps, fordi hvert billede består af små dele, løsrevet fra deres egentlige sammenhæng og placeret i en ny og samlet med farver, mønstre, der er malet, tegnet, stemplet.
Jeg arbejder i relativt små formater, f.eks. 15 x 20 cm.
|
4. juli 2008 |
Eli Smith
í Stephanssons Húsi
Fernisering í dag hósdag 3.juli kl.15.00
Ein trio syngur
|
|
![]() |
|
6. juni 2008 |
Oggi, fernisering í dag 6. juni kl. 15.00
![]() |
![]() |
![]() |
Tilverurnar ringrás, ein ævig rørsla í tíð. Náttúran, niðurbrotin og endurskapt er bakgrundin fyri hesi framsýning, sum Oggi Lamhauge hevur í Stephanssons Húsi. Ein eygleiðing frá sjónarhorninum hjá listgrafikaranum, har hann við undran yvir náttúrunnar ringrás tulkar hana í prentmyndum við fokus á spenningsøkið millum skapan, niðurbrotan og endurskapan. Grafikarin fer útum tað tvívíddu flatuni og út á gólvi við prentmyndum har sjónarhorn hyggjarans broytist og samstundis gevur rúminum viðspæl og mótspæl.
Listaframsýningin letur upp mentanarnáttina, fríggjadagin tann 6. juni kl. 3
|
8. mai 2008 |

KVINNUR, RAVNMAGN OG PARADÍS
Rannvá Holm Mortensen
Fernisering leygardagin 10. mai frá kl. 14 til 16 í Art gallerí Stephanssons Hús
À framsýningini eru akvarell- og tusch myndir, sum eru vorðnar til á eini ferð suður gjøgnum India frá desember 2007 til mars 2008. Síðan eru tær evnaðar til plakatir í 2 støddum, ongin er eins.
Hesin arbeiðsháttur ið er brúktur, gevur rúmd fyri at arbeiða bæði skjótt og spontant, so flogið verður nakað heilt annað, enn tá tað snýr seg um tann meira stramma málningin.
|
19. apríl 2008 |

Spennandi Italsk/Føroysk framsýning í Art Gallerí Stephanssons Hús, við fjøllbroytta listamanninum Gianfranco Nonne.
Gianfranco Nonner er úr Italiu, hevur búð í Milano, men hevur haft tætt samband við Føroyar seinastu 6 árini og gjørt fleiri stórverk, fyri eitt nú Tvøroyra kommunu.
Gianfranco er ein fjøllbroyttur listamaður, hann arbeiðir bæði við standmyndum, relieff og grafikki.
Verkini
www.gianfrancononne.com
nonne@kallnet.fo
mobil:
|
14. november 2007 |
|

Klaksvik kommune ønsker at gøre noget godt for sine indbyggere. Kommunenen opfordrer erhvervslivet til at være med til at byde nye borgere velkommen på en ganske særlig måde. Kommunen vil give alle nytilflyttere en velkomstpakke, der bl.a. indeholder rabatkuponer med en række favorable tilbud. Se annoncen her.

|
9. november 2007 |
|

So kom ársroknskapurin fyri 2006 hjá Atlantic Petroleums. Ein flottur bóklingur uppá heili 48 síður. Umslagið er í svørtur, i eini samanseting av mattum og blonkum lakki. Evni er tann føroyska operan "Ì Òðamansgarði", sum Atlantic Petroleum var høvuðssponsor fyri.

|
8. november 2007 |
|

Demokratia bjóðaði til kjak í Miðlahúsinum, við fyrilestri, kjaki og orðstýrara. Tiltakið var lýst við hesari lýsingini.

|
19. oktober 2007 |
|

Æviga farvuríka talenti Torbjørn Olsen. Enn einaferð við sínum sprøklutu myndum við rámandi dybd og sigandi søgum. Ì sambandi við ferniseringina signerar hann nýggju bókina sum Bárður Jákupsson hevur skrivað um hann. Ùtgávudagin fæst bókin fyri kr. 230,-
Fernisering fríggjardag 19. oktober kl. 14.
Listamaðurin

|
27. august 2007 |
|

Hvussu fáa vit útlendskar fyritøkur at koma hendan vegin, tá ið tey skulu fyriskipa ráðstevnur?
Hesa uppgávuna fingu vit frá Norðurlandahúsinum og Hotel Føroyum. Vit vóru av tí áskoðan, at neyðugt var at skilja okkum út frá tí stóru mongdini.
Ùrslitið bleiv hendan innbjóðing, sum Norðurlandahúsið og Hotel Føroyar sjálvi so snildisliga fylgdi upp, tá innbodnu gestir komu til Føroyar.

|
27. august 2007 |
|

Just Use It er ein donsk fyritøka sum fæst við øll sløg av venjing og heilsu, so sum:
Fysioterapi, Persónsvenjing, Ìtrótt, Kost og Lívsstíl, Skeiðvirksemi, Ráðgeving og Virkisráðgeving.
Just Use It ber fram teirra vitan víðari til frama fyri heilsu og vælveru hjá fólki.
Stephanssons Hús framleiddi brævlinju við omanfyristandandi búmerkiíð myndar javnvág í kroppinum.

|
20. august 2007 |
|

Nú hevur tú møguleikan fyri at keypa IP telefoni frá Elektron, har Elektron tekur sær av øllum tí tekniska, viðlíkahaldinum og tænastuni.
Stephanssons Hús hevur framleitt hesa heilsíðu lýsing, ið sigur frá øllum teimum fyrimunum og funktiónum tann nýggi teknikkurin gevur og hvussu lætt og sjálvsagt tað er fyri brúkaran.

|
12. juli 2007 |
|

Fyritøkur í Føroyum sleppa ikki uttan um Skráseting Føroya, hvørki tá fyrtøkan verður stovnað og skrásett fyrstu ferð, ella tá boðað verður frá møguligum broytingum seinni.
Nú er alt hetta lættari. Tí Skráseting Føroya hevur fingið eina nýggja og einfaldari heimasíðu, her tú skjótt og lætt fært yvirlit og tær upplýsingar, tær tørvar. Trýst teg víðari á síðuni, alt eftir um tú skalt byrja, broyta, ella enda fyritøkuna.
Lýsingar, sum Skráseting Føroya hevur í Dimmalætting, eru eisini at síggja á nýggju heimasíðuni. Leita og tú skalt finna...Trýst teg inna á www.skraseting.fo

|
11. juli 2007 |
|

Tann 4. juni 2007 bjóðaði Fornminnissavnið nýggju framsýningarhølini fram fyri almenningin. Tað hendi eftir umfatandi umbygging á savninum. Ein nýggj framsýning um Føroya søgu er sett upp. Eisini er ein serframsýning um sjórænarar. Og eitt nýtt øki er gjørt til skúlanæmingar; ein arbeiðshola, har børnini kunnu royna seg.
Fyri at gera vart við dagin skipaði Føroya Fornminnissavn fyri móttøku. Stephanssons Hús tók sær av heilsíðulýsingum í landsbløðunum, umframt innbjóðing/direct mail. Tilfarið var lagað eftir innrættingini og litavalinum í nýggju húsunum. Tá tú kemur innar, renir tú teg fyrst í eitt tímaglas og ein skort frammfyri ein reyðan bognan vegg. Aftanfyri veggin goymir seg skúlastovan.

|
10. juli 2007 |
|

Á várið 2007 vendi Klaksvíkar Kommuna sær til Stephanssons Hús. Kommunan hevði ætlanir um at stovna ein kunningardisk, har kommunan savnaði alla servitan sína á einum stað.
Nú kanst tú sum borgari í Klaksvík kunna teg um øll kommunal viðurskifti á einum og sama stað. Nevniliga í Miðlan.
Okkara uppgáva var at kunna íbúgvarnar í Klaksvík um hetta nýggja tiltak. Tað gjørdu vit við einari lýsingarkampanju í Norðlýsinum, einum væl fyrireikaðum tíðindafundi, umframt serblaði, sum borið varð í hvørt hús.
Les hvussu Miðlan varð navngivin. Og um fyrimunirnar við Miðlan, bæði fyri borgaran og starvsfólkið í umsitingini hjá Klaksvíkar Kommunu. Tak blaðið niður sum pdf her.
Við framsýningin, ið serliga er gjørd til Gallarí Stephanssons hús, hevur listamaðurin Tróndur Patursson í høvuðsheitum arbeitt við tí einfalda
og brúkt tann eyðkenda bláa ultramarin litin.
Við á framsýningini er eisini m.a. forritið til Føroyarúmið á Christiansborg,
sum Tróndur hevur dekorerað. Verkið er 3,1 m. til longdar
www.trondurpatursson.dk
www.mariusolsen.dk



































